Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur í dag lýst 27 kunngerðir, sum eru partur av rúgvismikla lógarpakkanum um løggilding hjá heilsustarvsfólkum í Føroyum.
Í heyst var autorisatiónslógin einmælt samtykt í Løgtinginum. Ein av stóru broytingunum var m.a., at kiropraktorar, ergoterapeutar, fysioterapeutar, optikarar og heilsurøktarar fingu lógarásetta løggilding, ið tey ikki høvdu áður.
Tær 27 kunngerðirnar, sum nú eru settar í gildi við heimild í autorisatiónslógini, snúgva seg í høvuðsheitum um faklig krøv til heilsustarvsfólk, sum Ministeriet for Sundhed og Forebyggelse, Sundhedsstyrelsen ella Statens Seruminstitut varða av.
Lagaligari at fáa læknar uttanfyri ES
Úr rúgvuni kann nevnast nýggja kunngerð um løggilding av læknum úr londum uttan fyri ES/EØS, sum ger tað lagaligari hjá sjúkrahúsunum at fáa læknar úr eitt nú Kanada, USA og India.
Sum er skal lækni úr triðjalandi, sum kemur til Føroyar at arbeiða, læra danskt ella undirvísast í danskari heilsulóggávu. Hetta verður nú broytt, soleiðis at læknin kann velja, um hann fer upp til eina føroyska ella danska málroynd, og um hann fer upp til roynd í føroyskari ella danskari heilsulóggávu.
Landssjúkrahúsið hevur upplýst, at av og á hevur lækni frá triðjalandi mett tað vera ein trupulleika at viðkomandi skuldi taka royndir í donskum máli og viðurskiftum, tá ið viðkomandi ikki skuldi nýta danska málið í Føroyum. Hesin trupulleiki verður loystur við nýggju kunngerðini.
Tær 27 kunngerðirnar fáa gildi í morgin 14. juni 2014.