03.03.2010 · Heilsumálaráðið

Stjórin í Heilsutrygd byrjaður

Mánadagin 1. mars byrjaði Jan Danielsen sum stjóri í nýstovnaða Heilsutrygd. Jan Danielsen er 43 ára gamal og hevur m.a. útbúgving innan HD í roknskapi. Hann hevur drúgvar royndir innan leiðslu og fíggjarstýring í fleiri fyritøkum, umframt at hava røkt álitisstørv í nevndum.

Fyribils starvast trý fólk, umframt stjóran, í Heilutrygd. Heilsutrygd húsast í Klaksvík.