21.10.2022 · Heilsumálaráðið

Starvsfólk til avgreiðsluna

Starvsfólk til avgreiðsluna

Fyrikomandi starvsfólk til avgreiðslu

Eitt starv í felags avgreiðsluni í Almannamálaráðnum og Heilsumálaráðnum verður við hesum lýst leyst til setan 1. januar 2023 ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um:

  • ansa avgreiðsluni
  • telefonavgreiðsla
  • dagliga umsiting av klokkuskipanini
  • innkeypi fyri ráðini
  • fyrireika fundir
  • vanligt skrivstovuarbeiði
  • annað fyrifallandi arbeiði

Vit hugsa okkum hesar førleikar:

  • skrivsstovuútbúgving ella líknandi útbúgving
  • góð samskiftis- og samstarvsevni
  • tænastusinnað/ur
  • ábyrgdarfull/ur
  • sjálvstøðugt arbeiðslag
  • kunnleika til arbeiði í vekslara
  • kunnleika til edv á brúkarastøði
  • góðar málsligar førleikar á føroyskum, donskum og enskum

Lønar- og setanartreytir:

Starvið fevnir um 30 tímar um vikuna og verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið, í lønarflokki 3. Starvið er skipað undir Tænastueindini í Heilsumálaráðnum, sum røkir felagsfunktiónir fyri bæði Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hansu Sørensen, deildarleiðara, á tlf. 734051.

Umsókn

Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skal sendast við telduposti til: hmr@hmr.fo.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 7. november 2022.