Borgarar, sum sita í sóttarhaldi, kunnu nú ringja til sóttarhaldslinjuna, um teimum tørvar hjálp ella vegleiðing í samband við sóttarhaldi.
Til tess at stuðla borgarum, sum eru í sóttarhaldi, hevur Reyði Krossur sett nýggja sóttarhaldslinju á stovn. Nýggja sóttarhaldslinjan hevur samstundis til endamáls at lætta um hjá heilsumyndugleikunum, sum í løtuni arbeiða undir stóra trýstinum, sum brádliga tók seg upp fyrst í august mánað.
Endamálið við sóttarhaldslinjuni er sostatt at stuðla borgarum í sóttarhaldi, og at gera tað meira atkomuligt hjá fólki at fáa rætta vegleiðing ella víðari leiðbeining til rætta myndugleika.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, fegnast um nýggja tilboðið, sum bæði lættir um hjá myndugleikunum, men eisini hjá borgarum, sum nú sita í sóttarhaldi:
- Takk fyri tað megnar arbeiðið, sum tit og allir aðrir sjálvbodnir felagskapir gera. Tað er rørandi at síggja, hvussu vit standa saman um at hjálpa hvørjum øðrum í hesum øðrvísi og krevjandi tíðum.
Tað eru sjálvboðin hjá Reyða Krossi, sum svara uppringingunum, og sum síðani syrgja fyri, at rætta vegleiðingin verður givin.
Sóttarhaldslinjan hevur telefonnummar 1818, og svarar allar vikudagar frá kl. 10 til 15.
Nú koronasmittan ger um seg, tørvar Reyði Krossur sjálvboðin til Hjálparnetverkið. Øll eru hjartaliga vælkomin at bjóða seg fram við at senda ein t-post til redcross(at)redcross.fo ella við at skráseta seg her.