Sophie Løhde, danska innanríkis- og heilsumálaráðfrúan, kemur til Føroyar á vitjan í komandi viku.
Mánadagin fer Sophie Løhde at vitja Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum. Vitjanin byrjar við einum fundi í Heilsumálaráðnum, har fleiri viðkomandi mál eru á skrá.
Eftir fundin í Heilsumálaráðnum verður skipað fyri rundvísing í nýggja H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum, og vitjað verður í framleiðsluni hjá Apoteksverkinum.
Í sambandi við vitjanina í Føroyum fer Sophie Løhde eisini at vitja Ríkisumboðið.