Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum hevur á fundi í Reykjavík í kvøld skrivað undir avtalu við Ísland og Grønland um samstarv millum heilsuráðharrarnar í Útnorðri. Talan er um fyrstu avtaluna av sínum slag millum londini.
Í 2012 tók landsstýrismaðurin í heilsumálum saman við heilsuráðharrunum í Íslandi og Grønlandi stig til at skipa ein ársfund teirra millum til tess at styrkja og menna samstarvið á heilsuøkinum. Í vár var triði fundurin ráðharrarnar millum hildin í Føroyum. Millum umrøddu evnini vóru royndirnar við talgilda heilsuskipan og møguleikarnar at samstarva um flutning av sjúklingum.
Avtalan sum í kvøld er undirskrivað millum ráðharrarnar Kristján Þór Júlíusson úr Íslandi, Sten Lynge úr Grønlandi og Karsten Hansen er ein liður í at menna hetta samstarv. Í viðmerking sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður:
- Føroyar, Ísland og Grønland stríðast við fleiri av somu avbjóðingum á heilsuøkinum. Sum dømi um hesar avbjóðingar kunnu nevnast avbjóðingin við at fáa manna upp við heilsustarvsfólkum innan tey ymsu økini í framtíðini. Hetta serliga orsakað av tí øktu spesialiseringina innan sjúkugreinan og viðgerð. Landsstýrismaðurin leggur aftrat:
- Hendan avtalan um heilsusamstarv spírur tí úr eini ásannan av, at saman standa vit sterkari og betur brynjaði at lofta hesum avbjóðingum, so vit fáa betri heilsutænastur til okkara borgarar.
Landsstýrismaðurin heilsumálum verður aftur í Føroyum mikudagin.