Á hátíðarløtu á Læknamiðstøðini í Vági í dag skrivaðu teir sjey borgarstjórarnir í Suðuroynni og landsstýrismaðurin í heilsumálum undir samstarvsavtalu at skipa kommunurnar í eitt heilsuøki við heilsudepli.
Samstarvsavtalan ber heitið “Betri heilsutænastur til borgarar í Suðuroyar Læknadømi”, og hevur sum endamál at skapa møguleikar fyri at kunna veita fleiri og støðugt betri heilsutænastur til borgarar í nýstovnaða Suðuroyar Læknadømi.
Í avtaluni staðfesta kommunustýrini í Fámjin, Hovi, Hvalba, Porkeri, Sumba, Tvøroyri og Vági og Karsten Hansen, landsstýrismaður, at støðan viðvíkjandi kommunulæknamanning í oynni er sera viðbrekin, og vandi er fyri, at skipanin við kommunulæknum í føstum starvi kann fara fyri bakka, um munadygg tiltøk ikki verða sett í verk beinanvegin.
Fyrsta stigið er at skipa kommunurnar í Suðuroynni í eitt heilsuøki við heilsudepli. At økið verður skipað sum eitt heilsuøki, hevur við sær, at Suðuroyar Norðara Læknadømi og Suðuroyar Sunnara Læknadømi verða strikað, og í staðin verður skipað eitt nýtt læknadømi, sum fær navnið Suðuroyar Læknadømi.
Hetta merkir eisini at frameftir kunnu borgarar í Suðuroynni sjálvir gera av, um teir velja at halda fram hjá tí kommunulæknanum, sum teir longu hava, ella um teir ynskja at velja ein av hinum kommunulæknunum í nýggja læknadøminum.
Ein heilsudepil staðsettur í tveimum støðum
Samstundis sum Suðuroyggin verður skipað sum eitt heilsuøki, verður skipaður ein heilsudepil í Suðuroynni, og verður heilsudepilin staðsettur á tveimum støðum, á Tvøroyri og í Vági. Hetta merkir, at heilsustarvsfólkini, sum starvast í heilsudeplinum, kunnu starvast í bæði viðtaluhølunum á Tvøroyri og í Vági.
Endamálið við at skipa heilsudeplar er, at allar tær kanningar og viðgerðir, sum kunnu fara fram uttanfyri sjúkrahúsini, fara fram á heilsudeplunum. Á heilsudeplunum fer dentur at verða lagdur á at veita og menna heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tilboð, kanningar og ráðgeving til borgaran. Ætlanin er, at stórur partur av heilsuveitingunum til borgarar við varandi sjúkum og eldri við tíðini skal kunna fara fram í heilsudeplunum.
Til tess at kunna røkja hesar uppgávur fara at starvast viðkomandi heilsustarvsfólk á heilsudeplunum, t.d. kommunulæknar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsufrøðingar, kostfrøðingar, farmaseutar, sálarfrøðingar, ergoterapeutar, fysioterapeutar og ljósmøður.