Í uppskotinum til nýggja kommunuvallóg verður mælt til, at uppgerðarhátturin verður tann sami sum í løgtingsvallógini. Ein simulering vísir, at um hesin hátturin varð brúktur á valinum í 2012, hevði úrslitið verið øðrvísi í fimm kommunum.
Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum sendi herfyri uppskot um nýggja kommunuvallóg til hoyringar. Ein av broytingunum, sum mælt verður til er at broyta uppgerðarháttin, so frameftir verður uppgjørt eftir størsta brøki og ikki eftir sonevnda d’Hont. Hátturin við størsta brøki verður eisini brúktur, tá løgtingsval er.
Skotið verður upp hesa orðing:
§ 20. Uppgjørt verður, hvussu nógvar atkvøður, hvør góðkendur listi hevur fingið tilsamans. Samlaða atkvøðutalið hjá øllum listum, sum hava fingið í minsta lagi 1/x part av atkvøðunum, verður býtt við kommunustýrislimatalinum (x), sum veljast skulu í kommununi. Við hesum tali (x) verða atkvøðutølini hjá listunum býtt, og við hesum roknihátti verður funnið, hvussu nógv umboð hvør listi hevur rætt til at fáa í mun til atkvøðutalið.
Geva teir við býti framkomnu býtingarpartar tilsamans, tá ið brøkarnir verða tveittir burtur, ikki x kommunustýrislimir, verða teir størstu brøkirnir hækkaðir, til hetta tal er rokkið (hátturin við størsta brøki).
Øðrvísi úrslit í fimm av 30 kommunustýrum
Um úrslitið frá kommunuvalinum í 2012 verður gjørt upp sum mælt verður til, hevði úrslitið verið øðrvísi í fimm kommunum.
Í smærru kommununum við færri enn 500 íbúgvum er ásett, at veljast skulu fimm kommunustýrislimir, og bert tríggir limir um kommunan hevur færri 100 íbúgvar. Í 2012 var talið av hesum kommunum 13 og í fimm av hesum kommunum var bert tann eini valevnislistin. Í hinum átta kommununum vóru tveir valevnislistar.
Nýggi útrokningarhátturin hevði bert broytt úrsliti í einari av hesum kommunum og tað er Hvannasunds kommuna, har tann eini listin hevði mist sítt eina umboð av tí, at listin ikki fekk 1/5 av atkvøðunum. Tískil hevði hin valevnislistin fingið øll umboðini í kommunustýrinum.
Í teimum størru kommununum skulu veljast minst sjey og í mesta lagi 17. Hesar vóru 17 í tali. Í trimum av hesum kommunum var bert ein valevnisti, í fimm vóru tveir listar og í 9 kommunum vóru tríggir ella fleiri listar.
Um hátturin við størsta brøki hevði verið nýttur hevði eitt umboð skift millum listar í fýra av hesum 9 kommunum.
Sí eisini yvirlit her.
Freistin at gera viðmerkingar til uppskotið er fríggjadagin 4. mars 2016. Uppskotið sæst her