Ein breitt samansettur bólkur er settur at gera Menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið. Fyrstu fundirnir í arbeiðinum hava nú verið.
Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum hevur gjørt av, at ein menningarætlan fyri føroyska sjúkrahúsverkið skal gerast. Hetta er í samsvari við samgonguskjalið, sum m.a. sigur, at “arbeiðið við ”Visjón og menningarætlan fyri Sjúkrahúsverk Føroya”, sum eitt samt Løgting tók undir við í mai 2015, verður sett í verk. Hetta arbeiðið skal byggja á faklig tilmæli frá øllum avvarðandi pørtum í sjúkrahúsverkinum”.
Endamálið við arbeiðinum er at orða eina ætlan í trimum høvuðspørtum við ítøkiligum tilmælum til politisku skipanina at taka støðu til. Menningarætlanin skal vera liðug tíðliga í summar. Høvuðspartarnir eru hesir:
- At gera tilmæli um hvørjar grundleggjandi viðgerðir/tænastur skulu vera í føroyska sjúkrahúsverkinum. Í hesum sambandi skal eisini gerast tilmæli um hvørjar viðgerðir/tænastur skulu verða á hvørjum sjúkrahúsi, og hvussu hesar skulu samskipast millum sjúkrahúsini.
- At gera eina ætlan fyri, hvussu læknar og onnur heilsustarvsfólk kunnu útvegast og mennast til føroyska sjúkrahúsverkið.
- At gera meting av fíggjarliga tørvinum fyri alt sjúkrahúsverkið, sum gevur neyðugt rásarúm til at veita heilsutænastur á fremsta støði, og neyðugu starvsorkuna til tess. Eisini skal bólkurin koma við boði uppá, hvørji amboð kunnu nýtast til at handfara økta fíggjartørvin, sum verður í sjúkrahúsverkinum í framtíðini.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur í hesum sambandi sett bólkar, sum skulu vera við at gera Menningarætlanina: ein stýrisbólk, verkætlanarbólk, serfrøðingabólk og ein politiskan fylgibólk.
Stýrisbólkurin er mannaður við hesum umboðum:
Turid Arge, aðalstjóri - formaður
Henrik L. Hansen, landslækni
Verkætlarbólkurin er mannaður við hesum umboðum:
Sveinn Magnússon, serlækni í intern medisin og skrivstovustjóri í Vælferðarmálaráðnum í Íslandi - formaður
Geir Sverri Braut, professari og serlækni í samfelagsmedisini. Hevur verið varastjóri í Statens Helsetilsyn og arbeiðir í dag á Stavanger Universitetssjúkrahúsi - serligur ráðgevi
Í verkætlanarbólkinum er somuleiðis sett eitt skrivaratoymi við hesum umboðum:
Jan Simonsen, deildarstjóri í Heilsu- og innlendismálaráðnum (samskipari)
Fróði Jacobsen, Stjórnarsamskipari í Heilsu- og innlendismálaráðnum
Irena Nolsø, fulltrúi í Heilsu- og innlendismálaráðnum
Serfrøðingabólkurin er mannaður við hesum umboðum:
Augusta Mikkelsen, umboð fyri Fysioterapeutfelag Føroya
Carla Josenius Mikkelsen, umboð fyri Ergoterapeutfelagið
Dánjal Petur Højgaard, umboð fyri Kommunulæknafelag Føroya
Fróði Joensen, umboð fyri Serlæknafelag Føroya
Heri Olsen, umboð fyri Felagið Radiografar í Føroyum
Jákup Andreas Thomsen, umboð fyri Felagnum Yngri Læknar
Jeanna í Lágabø, umboð fyri Sjúklingaráðið
Lillie Eliassen, umboð fyri Ljósmøðrafelag Føroya
Majbritt Mohr, umboð fyri Heilsurøktarfelagið
Marita Simonsen, umboð fyri Bioanalytikarafelagið
Óluva í Gongd, umboð fyri Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Pál Weihe, umboð fyri Læknafelag Føroya
Svend Åge Seloy, umboð fyri Starvsmannafelagið
Suni Poulsen, umboð fyri Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar
Asta Joensen, depilsleiðari, sjúkrarøktarfrøðingur og umboð fyri Landssjúkrahúsið
Birita Samuelsen, bioanalytikari og umboð fyri Landssjúkrahúsið
Bjarni á Steig, depilsleiðari, yvirlækni og umboð fyri Landssjúkrahúsið
Elin Jensen, depilsleiðari, yvirlækni og umboð fyri Landssjúkrahúsið
Eyðfinn Olsen, depilsleiðari, yvirlækni og umboð fyri Landssjúkrahúsið
Gunnbjørg Guttesen, sjúkrarøktarfrøðingur og umboð fyri Suðuroyar sjúkrahús
Hans Petur Nielsen, yvirlækni og umboð fyri Suðuroyar sjúkrahús
Hjalgrím Andreasen, portørur og umboð fyri Suðuroyar sjúkrahús
Helena K. Pætursdóttir, leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur og umboð fyri Klaksvíkar sjúkrahús
Heri Ellingsgaard, sjúkrahússtjóri og umboð fyri Klaksvíkar sjúkrahús
Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri og umboð fyri Landssjúkrahúsið
Magnus á Stongum, deildarlækni og umboð fyri Klaksvíkar sjúkrahús
Naina Túgvustein, varastjóri og umboð fyri Landssjúkrahúsið
Noomi Holm, sjúkrarøktarfrøðingur og umboð fyri Suðuroyar sjúkrahús
Ronnié Midjord, sjúkrahússtjóri og umboð fyri Suðuroyar sjúkrahús
Súsanna Olsen, varastjóri og umboð fyri Klaksvíkar sjúkrahús
Synnøva Hansen, leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur og umboð fyri Klaksvíkar sjúkrahús
Tormóður Stórá, depilsleiðari, yvirlækni og umboð fyri Landssjúkrahúsið
Landsstýriskvinnan hevur boðið hesum at luttaka í politiskum fylgibólki:
Djóni Nolsøe Joensen, Javnaðarflokkurin
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Fólkaflokkurin
Jenis av Rana, Miðflokkurin
Jógvan Skorheim, Nýggja Sjálvstýri
Kaj Leo Holm Johannesen, Sambandsflokkurin
Katrin Kallsberg, Tjóðveldi
Poul Clementsen, Framsókn
Óluva Klettskarð, Tjóðveldi
Sonja Jógvansdóttir, Uttanflokka