Í samsvari við Demensætlanina, sum varð handað avvarðandi landsstýrisfólkum í fjør, verður í løtuni lýst eftir demenssamskipara til demensklinikkina á Landssjúkrahúsinum.
Landsstýriskvinnurnar Sirið Stenberg og Eyðgunn Samuelsen eru glaðar fyri, at skjøtul er settur á arbeiðið at seta ætlanina í verk. Hetta er alneyðugt fyri at tryggja okkara borgarum eina betri samskipaða tænastu. Hetta fyri at bøta um og minka um tær víðfevndu avleiðingar, sum demenssjúkan hevur fyri tann einstaka, familjuna og samfelagið alt.
Sum kunnugt eru fleiri markamót millum kommunurnar, almannaverkið og sjúkrahúsverkið, tá ið tað viðvíkur demensøkinum. Síðani útleggingin av eldrarøktini varð framd, eru nýggj markamót komin millum land og kommunur. Hetta krevur samstarv og samskipan millum myndugleikarnar.
Tí hevur tað í longri tíð verið arbeitt við einum markamótsskjali fyri at leggja lunnar undir góðum samstarvi og samskipan millum myndugleikarnar, tá tænastur verða veittar borgarum. Markamótskjalið varð undirskrivað 30. mai 2016. Við hesum skjali er kósin sett fyri, hvussu loysnir finnast, tá borgarar hava tørv á tænastum frá fleiri almennum myndugleikum.
Eftir at markamótskjalið varð undirskrivað, hevur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, havt eitt samskifti við Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, um at fáa sett tilmælir í demensætlanini í verk. Eisini hevur landsstýriskvinnan, áðrenn summarferiuna, havt fund við leiðsluna á Landssjúkrahúsinum, har umboð fyri Psykiatriska Depilin luttóku.
Allir partar eru samdir um, at tað, sum eigur at raðfestast fremst, er at fáa sett landsdemenssamskiparar í starv. Ætlanin er stigvíst at fáa sett fleiri demenssamskiparar í starv. Hesir verða, í samsvari við demensætlanina, settir sentralt á Demensklinikkini á Landssjúkrahúsinum, men koma at virka lokalt í teimum samstarvsøkjum, sum eru lýst í ætlanini.
Heilsu- og innlendismálaráðið
6. september 2016