John Johannessen, landsstýrismaður í heilsumálum, heldur tað var ein skilagóð avgerð hjá umboðsráðnum hjá Havnar Sjúkrakassa at lata ognirnar hjá Havnar Sjúkrakassa fara í Sjúkrakassagrunn Føroya. Avgerðin hjá umboðsráðnum er fullum samsvari við avtaluna hjá Heilsumálaráðnum og Meginfelag Føroyska Sjúkrakassa.
-Havnar Sjúkrakassi var seinasta leivdin frá gomlu sjúkrakassaskipanini, og eg fegnist um, at viðurskiftini við Havnar Sjúkrakassa nú eru avgreidd, sigur John Johannessen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Tá ið gomlu sjúkrakassarnir fóru í søguna og Heilsutrygd varð stovnað tann 1. januar 2010, varð ein avtala gjørd millum Heilsumálaráðið og Meginfelag Føroyska Sjúkrakassa, um at sjúkrakassarnir løgdu sínar ognir í grunnin. Fæið hjá teimum fyrrverandi 11 sjúkrakassunum stendur eftir sum ein varði fyri tað dygga arbeiðið, sum sjúkrakassarnir hava latið eftir seg. Nú er ætlanin, og at samlaða fæið skal brúkast til almannagagnlig endamál.
-Semja er um, at ognirnar skulu í ein sjúkrakassa grunn, sum skal stuðla heilsufremjandi tiltøkum, ið skulu koma øllum borgarum til góðar. Sjúkrakassagrunnurin verður eitt frálíkt høvi hjá heilsustarvsfólki, ið vilja nýta sínar førleikar til granskingarendamál, at fáa fígging til verkætlanir sínar. Hetta kann gerast ein stórur vinningur hjá føroyska heilsuverkinum og harvið borgarunum í landinum, vísir John Johannessen á.
Heilsumálaráðið hevur gjørt eitt lógaruppskot fyri Sjúkrakassagrunn Føroya, sum verður lagt fyri tingið á ólavsøku. Heilsumálaráðið og Meginfelag Sjúkrakassa Føroya hava samráðst seg til viðtøkurnar hjá grunninum, og hesar fara at fylgja við lógaruppskotinum.