24.08.2017 · Heilsumálaráðið

Sjúkrahúsverkið verður nú skipað sum ein organisatión

Sjúkrahúsverkið verður nú skipað sum ein organisatión

Fyri at tryggja, at samlaða føroyska sjúkrahúsverkið kann virka sum ein vælvirkandi og virkilig eind, hevur landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum tikið avgerð um at seta eina felags leiðslu fyri alt sjúkrahúsverkið. Avgerð er tikin um at seta eitt felags leiðslutoymi fyri alt sjúkrahúsverkið, har sjúkrahússtjórin fyri Landssjúkrahúsið verður forstjóri.


Bygnaðurin frameftir verður sostatt eitt leiðslutoymi við einum ovasta leiðara, sum verður forstjóri fyri alt sjúkrahúsverkið, og við tveimum stjórum, sum, umframt at hava dagligu lokalu leiðsluna um hendi, eisini vera stjórar fyri samlaða sjúkrahúsverkið. Stjóratoymið ger sínamillum greitt ábyrgdarbýti.


Í viðmerking sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum:


Í vár høvdu vit eitt gevandi og uppbyggjandi orðaskifti í Løgtinginum um Menningarætlanina fyri sjúkrahúsverkið. Tá gjørdi eg greitt, at neyðugt var við átøkum fyri at tryggja, at sjúkrahúsverkið kann menna seg til gagns fyri Føroya fólk.
Ein tann fremsta uppgávan hjá stjóratoyminum er at fáa sett í verk tey tiltøk í menningarætlanini, sum vórðu fráboðað til aðalorðaskiftið.


At skipa sjúkrahúsverkið, sum ein organisatión við hvør sínari rakstrarætlan, er ein hornasteinur í mínari ætlan. Á hendan hátt fáa vit sjúkrahúsini í nógv størri mun at samstarva fyri at veita sjúklingunum bestu tænastur. Framhaldandi verður neyðugt at hava staðbundnar lokalar leiðslur, og tær leiðslurnar verða eisini ein partur av samlaðu sjúkrahúsleiðsluni”.


Starvið sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum, sum eisini verður forstjóri fyri Sjúkrahúsverkið, verður nú lýst leyst til setan skjótast gjørligt og í seinasta lagi 1. januar 2018.


Heilsu- og innlendismálaráðið, 24. august 2017

Sí lýsing her