Sjúkrahúsverkið er nú farið undir at fyrireika, hvussu ferð so smátt kann setast á aftur virksemið, so fleiri fólk kunnu fáa viðgerð.
Sjúklingar hava seinastu tíðina merkt, at ikki bráðfeingis viðgerðir og kanningar eru útsettar, orsakað av teimum tiltøkum, ið vórðu sett í verk fyri at tálma og basa koronasmittuna.
"Koronatilbúgvingin hevur kravt nógv av heilsuverkinum, men góða smittugongdin ger, at heilsuverkið kann fara undir enn fleiri viðgerðir í næstum. Seinasta mánaðin eru nógvar ikki bráðfeingis viðgerðir og kanningar útsettar, og eg fari at takka øllum, sum eru merkt av hesum, fyri at hava havt gott tol og víst samfelagssinni," sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Landsstýrismaður í heilsumálum minnir eisini fólk á, at hevur tú sjúkutekin, skal tú ikki halda teg aftur við at venda tær til kommunalæknan ella til 1870.
Fyrst í komandi viku verður kunnað ítøkiliga um, hvussu sjúkrahúsverkið varisliga fer upp í ferð aftur.