Starvið sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum verður við hesum lýst leyst til setan 1. juni 2015 ella eftir nærri avtalu.
Sjúkrahússtjórin er ovasti leiðari á Landssjúkrahúsinum og hevur mótvegis Heilsumálaráðnum endaligu ábyrgdina av virkseminum á stovninum. Landssjúkrahúsið fevnir um virksemið í sjúkrahúsbygningunum á Eirargarði og J. C. Svabosgøtu, Sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn, umframt eina røð av eindum kring landið við økispsykiatri, ljósmøðraskipan og sjúkraflutningstænastu.
Setanarøkið er Heilsumálaráðið og stovnar undir tí við tænastu á Landssjúkrahúsinum. Viðkomandi, ið settur verður, skal kunna tola broytingar í starvinum, bæði í starvsinnihaldi og vavi.
Næst fyrisetti er aðalstjórin í Heilsumálaráðnum. Starvið er áramálssett í 5 ár við serligum sáttmála. Lønin er ájavnt við 39. lønarflokk hjá tænastumonnum landsins við 15% í eftirlønargjaldi og eini áramálsviðbót.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Turid Arge, aðalstjóra, umvegis turid.arge@hmr.fo ella tlf. 304050.
Umsóknarfreist er tann 27. apríl 2015, kl. 12:00.
Sí lýsing her