31.05.2017 · Heilsumálaráðið

Sjúkrahússtjóri tikið við nýggjum avbjóðingum

Sjúkrahússtjóri tikið við nýggjum avbjóðingum

Boðað skal vera frá, at Johnny í Grótinum hevur gjørt av at siga seg úr starvinum sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum frá 1. september 2017 at rokna fyri at taka við nýggjum avbjóðingum.

Heilsu- og innlendismálaráðið vil nýta høvi at takka honum fyri tíðina, hann hevur virkað sum sjúkrahússtjóri, og fer at ynskja honum góða eydnu við nýggju avbjóðingini.