Uppskot til broytingar í sjúkrahúslógini, sum hevur til endamáls at broyta bygnaðin innan sjúkrahúsverkið er sent til hoyringar hjá viðkomandi pørtum. Hetta er liður í lógarfyrireikandi arbeiðinum, sum síðani fær eina politiska viðgerð.
Stendur tað til John Johannessen, landsstýrismann í heilsumálum, verða Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús savnað saman og skipað sum eitt nýtt Sjúkrahús Føroya.
Niðanfyri er uppskotið:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið.pdf(113 KB)