Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður kunnaði mánadagin landsstýrið um nýggja kunngerð um skipan av sjúkraflutningstænastuni. Kunngerðin ásetur m.a. nøkur grundleggjandi krøv til førleikar og manning av sjúkrabili.
Sjúkraflutningstænastan er á ein hátt andlitið hjá sjúkrahúsverkinum. Sjúkrabilar røkka næstan allar Føroyar, og við nýggju reglunum fær sjúkraflutningstænastan betri skipaði viðurskifti.
Nýggja kunngerðin ásetur m.a. grundleggjandi og neyðugar førleikar, sum manningin á einum sjúkraflutningsbili skal hava. Eisini ásetur kunngerðin minstakravið fyri útgerð, sum kravd er í bilinum.
Nýggju reglurnar staðfesta, at ein sjúkrabilur skal vera mannaður við í minsta lagi tveimum persónum. Ein av manningini skal vera viðgeri og hava gjøgnumført viðgeraraútbúgving ella líknandi útbúgving. Sjúkrabilarnir skulu altíð standa tilbúnir.
Fyri at tryggja, at tænastustøðið verður eins høgt í øllum landinum, ásetur nýggja kunngerðin, at ein liðlækni verður settur fyri allar Føroyar. Liðlæknin tryggjar, at førleikarnir hjá øllum sjúkraflutningsstarvsfólkum og útgerð í bilunum er dagførd. Liðlæknin skal vera serlækni í anestesiologi.
Nýggja kunngerðin kemur í gildi 1. mars 2010. Kunngerðin er hjáløgd, sí niðanfyri.
Kunngerð um skipan av sjúkraflutningstænastuna