20.02.2023 · Heilsumálaráðið

Sjúklingaráðið heilsaði uppá landsstýriskvinnuna

Sjúklingaráðið heilsaði uppá landsstýriskvinnuna

Sjúklingaráðið hevði fund fríggjadagin í farnu viku. Í hesum sambandi heilsaði Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, uppá limirnar í sjúklingaráðnum.

Á fundinum umrøddu tey millum annað, týdningin av at sjúklingafeløgini verða hoyrd, ella á annan hátt eru við í viðgerðini, tá ið broytingar verða framdar, ella nýggjar skipanir verða settar í verk, sum hava ávirkan á sjúklingar og borgarar.

Tá ið broytingar verða framdar ella nýggjar skipanir settar í verk, skal tað verða til fyrimuns fyri sjúklingin og borgaran. Vit høvdu ein góðan fund fríggjadagin. Og eg havi góðar vónir um at fáa eitt gott samstarv við sjúklingaráðið.
Margit Stórá, landsstyriskvinna í heilsumálum
Sjúklingaráðið

Í kunngerð um sjúklingaráðið er ásett, at sjúklingaráðið verður valt eftir hvørt løgtingsval.

Uppgávur og ábyrgdir hjá sjúklingaráðnum eru at ráðgeva landsstýriskvinnuni í sambandi við uppskot til løgtingslógir og kunngerðir, um uppskotini hava týdning fyri veitingar til sjúklingar, umframt at viðgera yvirskipað viðurskifti, ið hava týdning fyri veitingar til sjúklingar. Hetta merkir millum annað, at sjúklingaráðið skal gera hoyringsskriv, luttaka í arbeiðsbólkum, og hava fastar árligar fundir við landsstýriskvinnuna.

Tey, ið manna Sjúklingaráðið, eru:

  • Jákup N. Olsen, Tórshavn – tilnevndur av Krabbameinsfelagnum
  • Hilmar Augustinussen, Tórshavn (Alzheimerfelagið) – tilnevndur av MEGD
  • Emil Michelsen, Øravík (Heilafelagið) – tilnevndur av MEGD
  • Poula Reinert Olsen, Nes (CP Føroyar) – tilnevnd av MEGD
  • Hergerð Joensen, Miðvágur (Giktafelag Føroya) – tilnevnd av Giktafelag Føroya og MEGD