Í dag var nýggja sjúklinganøgdsemiskanningin løgd fram.
95 % av sjúklingunum hava eina góða ella sera góða heildarfatan av innleggingini á føroysku sjúkrahúsunum. Sjúklingarnir eru sum heild nøgdir, tá teir lýta aftur á viðgerðargongdina og fleiri enn níggju út av tíggju sjúklingum meta, at teirra viðgerðargongd var væl fyriskipað.
Framgongd frá 2007 til 2010
Heilsumálaráðið framdi fyri fyrstu ferð eina sjúklinganøgdsemiskanning í 2007. Síðani kanningina í 2007 er hend ein týðandi framgongd í fimm spurningum, ið liggja innan evnini at taka sjúklingin við, sjúklingaupplivd mistøk og samanhangandi sjúklingagongd. Tá vóru 89 prosent sum heild nøgd við innleggingina.
Í viðmerking sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður:
“Endamálið við slíkum kanningum er, at vit støðugt blíva betri til at veita føroyingum heilsutænastur. Síðani seinastu kanning, ið eisini var góð, hava starvsfólkini á teimum trimum sjúkrahúsini miðvíst arbeitt við teimum økjum, ið vóru fyri atfinningum seinast. Eitt nú betra sjúklingagongdir, skrivlig og munnlig kunning til sjúklingin og betri samskifti við heimarøktina.
Tí fegnist eg um, at vit í dag fáa kunnu síggja framgongd á flest øllum økjum og eiga starvsfólkini á sjúkrahúsunum rós uppiborið. Men hetta má ikki blíva ein koddi, men heldur ein lopfjøl til at veita sjúklinginum enn betur tænastur”.
Munir millum føroysku sjúkrahúsini
Klaksvíkar Sjúkrahús skilir seg út við oftast at hava tað besta úrslitið av teimum trimum sjúkrahúsunum, ímeðan Landssjúkrahúsið hinvegin skilir seg út við oftast at hava tað lakasta úrslitið av teimum trimum sjúkrahúsunum, hóast munurin er sera lítil.
94,6 prosent eru væl nøgd ella nøgd á Landssjúkrahúsinum, meðan 98,1 og 96 prosent siga sum seg vera væl nøgdan ella nøgdan við innleggingina á ávikavist Klaksvíkar og Suðuroyar Sjúkrahúsið.
Munir millum føroysk og donsk sjúkrahús
Sum nakað nýtt, so verður í hesi kanningini sjúklinganøgdsemi samanborið við líknandi danskar kanningar. Føroysku sjúklingarnir hava sum heild eina betri heildarfatan av innleggingini enn danir.
Sum heild er tað ein minni partur at teimum føroysku enn teimum donsku sjúklingunum, sum uppliva, at tað er bíðitíð við móttøku á deildini ella mistøk í sambandi við innleggingina. Harafturat er tað ein størri partur av føroysku sjúklingunum, sum uppliva, at tey hava ein ella fleiri kontaktpersónar, og at tað er samanhangur í teirra sjúklingagongd.
Sí kanningina her Sjúklinganøgdsemiskanningin 2010