Tann 1. oktober verður aftur møguligt hjá sjúklingum, ið ikki hava bráðfeingis tørv á viðgerð uttanlands, at fara av landinum. Løgtingið samtykti í fyri løtu síðan at játta 3 milliónur krónur eyka til serviðgerðir uttanlands.
Í summar var neyðugt at tátta í, tí framrokningar av nýtsluni til serviðgerð uttanlands vístu, at tað var líkt til, at tað fór at vera ein meirnýtsla í hesum fíggjarárinum. Tí boðaði landsstýrismaðurin í heilsumálum sjúkrahúsunum frá, at einans sjúklingar við bráðfeingistørvi skuldu verða ávístir til viðgerðir uttanlands.
Heilsumálaráðið fer nú at boða leiðslunum á sjúkrahúsunum frá, at avmarkingarnar kunnu takast burtur.