Málið um nýggja sjúklingahotellið í Keypmannahavn varð endaliga samtykt við triðju viðgerð í gjár. 26 tingfólk vóru fyri og eingin ímóti.
Fyritøkan, sum byggir, hava svar frá føroysku myndugleikunum í hesum mánaðinum, og tí noyddist tingið at víkja frá øllum tíðarfreistum.
Nú verður farið undir endaligu samráðingarnar, og gongst sum ætlað, verður flutt í nýggja sjúklingahotellið í Keypmannahavn næsta summar.