Nú verður farið undir at skipa eitt fólkaheilsustýri í Føroyum, sum við hollum kunnleika til føroysk samfelagsviðurskifti skal loysa eina røð av heilsufakligum uppgávum. Eftir ætlan fer Fólkaheilsustýrið at virka 1. januar 2022.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, er farin undir arbeiðið at skipa eitt fólkaheilsustýri í Føroyum.
Talan verður ikki um at skipa ein nýggjan stovn. Í staðin skulu uppgávur frá ymsum stovnum leggjast í Fólkaheilsustýrið. Við at leggja uppgávurnar í eitt slíkt stýri, ber til at gagnnýta verandi orku munandi meira skynsamt, enn tað ber til undir verandi skipan.
Landslæknaembætið verður ikki partur av Fólkaheilsustýrinum.
Fólkaheilsustýrið fer at verða skipað í stigum. Ætlanin er, at Fólkaheilsustýrið verður sett á stovn 1. januar 2022.
Arbeiðið at skipa Fólkaheilsustýrið fer at verða gjørt í samstarvi við viðkomandi partar á økinum. Í dag hevði landsstýrismaðurin boðið limunum í serfrøðingabólkinum, ið skal ráðgeva Heilsumálaráðnum, á fund. Í apríl fer Heilsumálaráðið at hava fundir við eina røð av øðrum viðkomandi pørtum um uppgávur og virksemi hjá Fólkaheilsustýrinum.
Á myndini eru: Kaj Leo Holm Johannesen, Turid Arge, Bjarni á Steig, Egil á Bø, Hjalti Gunnarstein, May-Britt Skoradal, Guðrið Andorsdóttir, Pál Weihe, Jan Simonsen, Hansa Sørensen, Birita Ludvíksdóttir og Katrin Gaard
Á myndini vanta: Tummas í Garði, Magni Mohr og Lars Fodgaard Møller.