01.11.2016 · Heilsumálaráðið

Sirið vitjaði á Sjúklingahotellinum Tórshavn

Sirið vitjaði á Sjúklingahotellinum Tórshavn

Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum er í hesum døgum í Keypmannahavn í sambandi við, at ársfundur verður hildin í Norðurlandaráðnum. Sjálvur ársfundurin byrjar seinnapartin í dag, so stundir vóru fyrrapartin at vitja á Sjúklingahotellinum Tórshavn.

Á fundinum fyrrapartin umrøddu Sirið Stenberg og leiðarin á Sjúklingahotellinum, Lene Juul Hallig, viðurskiftini hjá føroyskum sjúklingum, sum eru í drúgvari sjúkralegu í Danmark og serliga umstøðurnar, tá børn eru avvarðandi.

- Tá viðgerðin ikki er tøk heima, eru sjúkrahús uttanlands álitið. Meginparturin av viðgerðunum fara fram á Keypmannahavnarleiðini og tá er avgerandi at vit hava eitt vælvirkandi og heitt sjúklingahotell, sigur Sirið Stenberg í viðmerking.

Um 1400 føroyingar verða ávístir til viðgerð uttanlands og mong teirra búgva saman við avvarðandi á Sjúklingahotellinum, meðan sjúkuviðgerðin fer fram.