Húsahagi og nýggja battarískipanin eru dømi um nýhugsan, har SEV brýtur burtur úr nýggjum saman við stórum altjóða viðurkendum samstarvsfelagum uttanlands, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í samband við, at SEV í gjár fekk virðisløn frá Norðurlandaráðnum.
Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg, er í hesum døgum í Íslandi í samband við ársfund Norðurlandaráðsins. Landsstýriskvinnan var í Hørpuni, tá SEV í gjár vann stóru náttúru- og umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum.
- Eg eri sera errin av, at SEV fekk náttúru- og umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum. Hetta er ein stór viðurkenning av ætlanunum hjá SEV at gera Føroyar grønar í 2030. Ein ætlan, sum landsstýrið fult og heilt tekur undir við í samgonguskjalinum, har vit hava sett sama mál – 100 prosent grøna orku á landi í 2030.
Landsstýriskvinnan takkar øllum teimum, sum í mong ár hava slóðað fyri og gjørt sítt til, at Føroyar nú gerast grønari. Sirið leggur aftrat:
- Virðislønin er eisini eitt greitt tekin um, at grannalondini síggja, hvussu stórt arbeiði verður greitt úr hondum í Føroyum. Føroyar verða soleiðis við til at gerast undangonguland innan grønar orkuloysnir, ið eru lættari at royndarkoyra í avbyrgdu føroysku elskipanini enn í einari stórari skipan. Hesar loysnir kunnu síðani brúkast í øðrum londum.
Grøna orkuloysnin hjá SEV stuðlar undir nationala og altjóða arbeiðið at minka um útlátið av veðurlagsgassum.