Magni Mohr er formaður og Kathrina Lindenskov Holm er næstforkvinna í nývalda Fólkaheilsuráðnum
Á samkomu í Heilsu- og innlendismálaráðnum í dag almannakunngjørdi Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum hvørji skulu manna Fólkaheilsuráðið komandi árini. Tey tilnevndu eru:
Magni Mohr, formaður
Kathrina Lindenskov Holm, næstforkvinna, sálarfrøðingur
Petra Arge Poulsen, heilsufrøðingur
Katrin Danielsen, kommunulækni
Jón Klein Olsen, umboðandi løgregluna
John Henrik Olsen, umboðandi undirvísingarverkið
Elin Ludvig, umboðandi almannaverkið
Á samkomuni takkaði landsstýriskvinnan fráfarandi limunum í Fólkaheilsuráðnum fyri fyrimyndarligt arbeiði síðani 2005. Pál Weihe, sum hevur verið formaður hesi seinnu árini, og nývaldi formaðurin, Magni Mohr, søgdu eisini nøkur orð um leiklutin hjá ráðnum í fólkaheilsuhøpi.