Í gjár var fyrsti arbeiðsdagur hjá nýggju landsstýriskvinnuni í heilsumálum, Sirið Stenberg. Landsstýriskvinnan skal umframt heilsumál eisini umsita millum annað umhvørvismál, orkumál, kommunumál og mál um familju- og arvarætt.
Sirið Stenberg er fødd tann 26. mai 1968. Hon er gift Jón Paula Olsen. Tey hava trý børn og búgva á Vági. Sirið er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og heilsufrøðingur.
Sirið Stenberg hevur verið forkvinna í landsstýrismálanevndini 2011-2015 og sama tíðarskeið var hon limur í Trivnaðarnevnd Løgtingsins. Sirið Stenberg varð fyrstu ferð vald á Løgting 29. oktober 2011.
Sirið Stenberg er næstforkvinna í Tjóðveldi.