16.11.2016 · Heilsumálaráðið

Sirið Stenberg og Lars Chr. Lilleholt á toppfundi

Sirið Stenberg og Lars Chr. Lilleholt á toppfundi

Í gjár hátíðarhildu vit staðfestingina av Parísavtaluni saman við øðrum ríkisleiðarum og ráðharrum í Marrakesh í Marokko. Tað var ein stórur dagur, tá allur heimurin vísti, at tørvur er á felags átøkum.

Sæð í mun til stødd ella fólkatal gera Føroyar og Danmark ikki stóran mun í hesum høpi. Men tá ið tað kemur til veðurlagsavbjóðingina kunnu vit gera stóran mun sum fyridømir. Tí tað globala skiftið til grøna orku hevur brúk fyri fyridømum, sum vísa, hvussu skiftið kann gerast veruleiki. Og her kunnu sjálvt smá lond og oyggjasamfeløg hava ein avgerandi leiklut.

Sum fyridømir kunnu vit vísa umheiminum, at tað grøna skiftið er møguligt bæði fyri smærri avbyrgdar orkuskipanir og fyri størri orkuskipanir, sum eru tætt knýttar grannum sínum. Og vit skulu áhaldandi vísa umheiminum, hvussu vit best og bíligast gagnnýta tær mongu varandi orkukeldurnar, sum vit hava atgongd til í okkara parti av heiminum. Tey góðu dømini vekja ans globalt til fyrimuns fyri veðurlagið, og geva somuleiðis møguleika fyri størri útflutningi og vælferð, tá nýggjar, nýskapandi loysnir verða eftirspurdar aðrastaðni í heiminum.

Føroyar hava sum mál at verða sjálvbjargin við grønari orku. Um 10 ár skulu í minsta lagi helvtin av øllum føroyskum sethúsum hitast við varandi orku og í 2030 skal øll elorka á landi koma frá varandi orku. Danmark eru ein partur av yvirskipaða setninginum hjá ES um at tálma útlátið av vakstrarhúsgassum við 40 prosentum í 2030 í mun til 1990. Í 2050 hevur danska stjórnin sum mál, at Danmark kann framleiða so mikið av varandi orku, at tann samlaða orkutørvurin í Danmark verður nøktaður.

Parísavtalan er nú sett í gildi. Við framskygdum málum og góðum dømum kunnu Føroyar og Danmark taka eitt týðandi tak at flyta heimin tey næstu fetini fram á kós.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum og Lars Chr. Lilleholt, Orku-, veitingar og veðurlagsmálaráðharri