29.04.2016 · Heilsumálaráðið
Sirið Stenberg og Karen Ellemann raðfesta yvirtøkuna av familjurættarliga økinum
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, og Karen Ellemann, social- og innanríkisráðharri, hava havt fund í Keypmannahavn um yvirtøkuna av familjurættarliga økinum.
Á fundinum undirskrivaðu Sirið Stenberg og Karen Ellemann eina avtalu um, at málið verður raðfest av báðum pørtum. Miðað verður ímóti, at familjurættarliga økið verður yvirtikið skjótast til ber og í seinasta lagi á ólavsøku 2018.
Somuleiðis umrøddu tær avgerðina um at steðga allari ættleiðing úr Etiopia, sum eisini er ein partur av familjurættarliga økinum.