Sirið Stenberg, landsstýriskvinna hevur sett yvirfriðingarnevnd og friðingarnevndir av nýggjum
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum hevur sett yvirfriðingarnevnd og friðingarnevndir av nýggjum.
Sambært løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing skulu setast ein yvirfriðingarnevnd fyri alt landið. Í henni sita sambært lógini sorinskrivarin, landsfornfrøðingurin, leiðarin av natúrsavninum og tveir aðrir limir, sum landsstýrið velur fyri 6 ár í senn.
Umframt yvirfriðingarnevndina verður friðingarnevnd sett í hvørjari sýslu við sýslumanninum sum formanni og 2 øðrum limum, sum landsstýrið velur fyri 6 ár í senn. Sitandi friðingarnevndir vórðu settar í februar 2012, og tí er teirra setanarskeið runnið.
Nevndirnar eru mannaðar soleiðis fyri komandi 6 áraskeið:
Í yvirfriðingarnevndini
teur 3 føddur limir: Henrik Møller, sorinskrivari, formaður, Símun V. Arge og Magnus Gaard fyri Tjóðsavnin.
Valdu limir eru Elsa Østergaard, Hoyvík og Michael Jacobæus, Tórshavn.
Í náttúrufriðingarnevndir fyri Norðoyar sýslu, eru vald Gunrið Kallsberg, Viðareiði og Jógvan Ravnsfjall, Klaksvík
Í náttúrufriðingarnevndir fyri Eysturoyar sýslu eru vald: Marnar Gærdum, Strendur og Annvør Jacobsen Eiði.
Í náttúrufriðingarnevndir fyri Streymoyar sýslu eru vald: Fróði Bjarkason Skúvadal, Vestmanna og Jacklin Djurhuus, Tórshavn
Í náttúrufriðingarnevndir fyri Vága sýslu eru vald: Niels Nielsen, Sørvágur og Aud í Soylu, Sandavágur.
Í náttúrufriðingarnevndir fyri Sandoyar sýslu eru vald: Dávur Sørensen, Húsavík og Elisabeth Myllhamar, Skálavík.
Í náttúrufriðingarnevndir fyri Suðuroyar sýslu eru vald: Sólfinn Kjærbo, Sumba og Ingvør Hansen, Vágur.