
Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum luttekur á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum, sum verður hildin í Keypmannahavn í hesi vikuni.
Sirið Stenberg er boðin at handa virðisløn á tiltakinum The Nordic Finale of the Nordic Built Cities Challenge, sum verður hósdagin. Runavíkar kommuna luttekur í kappingini um at fáa virðislønina.
Á ársfundinum tekur landsstýriskvinna lut á fleiri fundum innan bæði heilsuøkið og umhvørvisøkið. Eitt nú verður umrøða av uppskoti um, at Norðurlond kunnu keypa inn heilivág í felag heldur enn – sum í dag - hvør sær.
Mikudagin verður árligi ráðharrafundurin millum norðurlendsku umhvørvisráðharrarnar.
Í sambandi við ferðina í Keypmannahavn vitjar landsstýriskvinna eisini á Sjúklingahotellinum Tórshavn, umframt Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark saman við Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum.