Í vikuskiftinum varð Útoyggjastevna hildin í Hesti. Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum flutti fram setanarøðu.
- Útoyggjafelagið, sum upprunaliga spratt úr arbeiðinum við útoyggjaálitinum frá apríl 2001, hevur dugað at samsjóða sjónarmiðini hjá útoyggjunum og ikki minst duga at sett útoyggjarnar á dagsskrá og víst møguleikar og gongdar leiðir.
So kann onkur siga, hvat er komið burtur úr, ella er nokk komið burtur úr. Her er vert at leggja áherðslu á, at Útoyggjafelagið er ein týðandi táttur í samstarvinum millum útoyggjafólk og er ein felags rødd fyri áhugamálum tykkara í samfelagnum.
Endamálið við øllum arbeiðinum hjá felagnum er at skapa framburð, trivnað og økt vinnuvirksemi á útoyggj. Eg haldi, at Útoyggjafelagið hevur fingið nógv av skafti hesi árini, tað hevur virkað.
Les alla røðuna her