Landsstýriskvinnurnar, Eyðgunn Samuelsen og Sirið Stenberg, eru báðar á altjóða ráðstevnu, Women Deliver, í Keypmannahavn.
Women Deliver samstarvar við ST, eins og við stjórnir, felagsskapir og vinnulív um allan heim við tí endamáli at fremja heilsu, javnstøðurættindi og trivnað hjá heimsins kvinnum og gentum.
- At menna kvinnur og gentur er avgerandi fortreyt fyri framburði, eisini í Føroyum, sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, sum vardar av javnstøðumálum og harðskapi í parløgum og nærsambondum. - Tá kvinnur og gentur trívast, trívist samfelagið og tað er galdandi fyri kvinnur um allan heim, leggur Eyðgunn aftrat, sum hevur fingið nógv burturúr ráðstevnuni.
Women Deliver snýr seg í stóran mun eisini um heilsufaklig øki, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, er avgjørd:
- Teir trupulleikar, sum fylgja við fátækradømi, og sum gerast heilsutrupulleikar, kunnu í stóran mun loysast við, at gentur og kvinnur verða útbúnar, sigur Sirið Stenberg.
Bádar eru tær samdar um, at vit hava nógv at takka fyri heima hjá okkum, samstundis sum vit eiga at minnast til alla tíðina at halda fram at arbeiða fyri heilsu og javnstøðu.