
Í morgun var framløga av Rúsdrekka- og rúsevnapolitikki Føroya. Aðalorðaskifti verður í Løgtinginum hósdagin 26. oktober klokkan 10.
Í frágreiðingini legði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, høvuðsdent á trý økir.
Tey trý økini eru týðandi fyri at røkka endamálinum við politikkinum, og snúgva seg viðurskifti, har landsstýriskvinnan metir, at tørvur er á broytingum og at átøk eru neyðug. Tey eru:
- Fyribyrging í breiðum høpi, herundir Rúsdrekkasølan.
- Rúsevnir og stríðið fyri einum rúsevnafríum Føroyum. Kjakið um at basa rúsevnatrupulleikanum og árinunum av hesum er av álvara kyknað. Fleiri átøk er í umbúna og mugu setast í verk.
- Viðgerð. Ein trygg og dygdargóð viðgerð er lívsneyðug fyri at lofta teimum, ið eru farin út av eggini ella eru komin út á eggina. Samstundis er peningur settur av á fíggjarlógini fyri 2017 til tvey viðgerðartilboð fyri ung.
Sí Frágreiðingina hjá Sirið Stenberg um Rúsdrekka- og rúsevnapolitikk Føroya her