Sirið Stenberg, landsstýriskvinna hevur verið á fundi í Nuuk saman við heilsumálaráðharrunum í Íslandi og Grønlandi.
Á fundinum hava heilsumálaráðharrarnir umrøtt eina røð av málum, sum hava felags áhugað. Sirið Stenberg sigur, at hóast londini eru sera ymisk í nógvar mátar, so er tað nógv, sum vit kunnu læra av hvørjum øðrum og samstarva um. Sum dømi nevnir Sirið Stenberg, at heilsumálaráðharrarnir hava kunnað hvønn annan um, hvat verður gjørt í teimum einstøku londunum fyri at rekrutera heilsustarvsfólk til heilsuverkið.
Heilsumálaráðharrarnir hava eisini umrøtt sálarliga heilsu – og serliga hvat kann gerast fyri at fremja sálarliga heilsu millum børn og ung. Harumframt hava teir umrøtt fyribyrging og fólkaheilsu sum heild.