Sigurð Ólason Vang nýggjur stjóri á Landssjúkrahúsinum
Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Aksel V. Johannesen, hevur avgjørt at seta Sigurð Ólason Vang í starv sum nýggjur stjóri á Landssjúkrahúsinum.
Sigurð Ólason Vang er 36 ára gamal og útbúgvin cand.merc.jur frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn í 1997. Harumframt hevur hann eina útbúgving innan búskap, politikk og leiðslu frá universiteti í Fraklandi.
Seinastu 4 árini hevur Sigurð Ólason Vang verið stjóri á Ílegusavninum, umframt at hava fleiri nevndarsessir. Áðrenn hetta hevur hann arbeitt í 7 ár sum fulltrúi og ráðgevi innan almennu fyrisitingina.
Starvið sum sjúkrahússtjóri er áramálssett í 5 ár.
Sigurð Ólason Vang byrjar í starvinum tann 1. mars 2011.
23. desember 2010
Heilsumálaráðið