Signar Dam hevur í dag, tann 1. november 2011, arbeitt í 40 ár sum kommunulækni á Tvøroyri.
Eftir læknaprógv í Danmark í 1969, var hann eitt skifti áBispebjerg hospital, áðrenn hann fekk starv á medisinsku deild á Landssjúkrahúsinum.Tann 1. november 1971 varð Signar Dam settur sum kommunulækni á Tvøroyri.
Signar Dam er 74 ára gamal og er giftur við Beintu Dam. Tey eiga børnini Pætur, Ragnar og Mallu.
Heilsumálaráðið takkar Signari Dam við drúgva tænastu ogynskir honum hjartaliga til lukku við 40 ára starvsdegnum.