- Um vit øll hava í huga, at tað sum eyðkennir eitt gott samfelag er hvussu tað tekur hond um sínar veikastu borgarar, og hava hjartað við í tilgongdini, so kunnu vit øll - bert viljin er til tað - gera okkara til at skapa tað góða samfelagið.
Soleiðis segði Sirið stenberg millum annað í setanarøðu í samband við at skipað varð fyri Demensdøgum í Klaksvík í vikuskiftinum. Røðan kann lesast her.