Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg, hevur í uppskotinum til játtanarkarmar sett fimm mió. krónur eyka av til at seta fleiri serlæknar.
Tað er stórur tørvur á, at fáa fleiri serlæknar í starv og støðast í føroyska heilsuverkinum og hava sjúkrahúsini og Læknafelag Føroyar víst á, at tað er bráðneyðugt at fáa sett eina røð av nýggjum serlæknastørvum komandi árini. Í viðmerking sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna:
- Seinnu árini hava vit javnan hoyrt ávaringar frá bæði fakfólkum í okkara skipan og fakfeløgum, at støðan við vantandi serlæknum er hættislig og kann fáa stórar avleiðingar fyri heilsutænastuna til føroyingar. Enn hóra vit undan, men neyðugt er við munagóðum átøkum. Tí hava vit sett av eina serliga pulju á fimm mió. krónur í uppskotinum til játtanarkarmar til tess at fáa útvega fleiri serlæknastørv í Føroyum.
Avbjóðingin við manglandi serlæknum er eisini ein høvuðsspurningur í Menningarætlanini fyri sjúkrahúsverkið, sum verður handað landsstýriskvinnuni áðrenn summarfrítíðina.