27.10.2016 · Heilsumálaráðið

Sent til hoyringar: Uppskot um broyting í kunngerð um burturbeining av kloakkspillivatni frá skipum

Heilsu- og innlendismálaráðið hevur sent uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um burturbeining av kloakkspillivatni frá skipum o.ø. (Linari krøv til skip í innanoyggja rutusigling) til hoyringar.

Við broytingini í kunngerðini fáa strandfaraskipini ein linna í mun til altjóða viðgerðarkrøvini, men kortini skulu ávís umhvørviskrøv haldast fyri goymslu og burturbeining av kloakkspillivatni.

Mett verður ikki, at broytingin fer at hava munandi avleiðingar fyri umhvørvið við tað, at nøgdin av spillivatni er avmarkað, og tømingin fer fram á økjum, har spillivatnið verður ført burtur við streyminum.

Uppskotið sæst her

Fylgiskriv sæst her

Møguligar viðmerkingar til kunngerð um broyting í kunngerð um burturbeining av kloakkspillivatni frá skipum o.ø.  skulu vera Heilsu- og innlendismálaráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 28. november 2016.