Semjuskjal um heilsugransking og undirvísing
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, og Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, skriva undir semjuskjal um framhaldandi skipað samstarv um heilsugransking og undirvísing.
Avtalan millum Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetrið um heilsugransking og undirvísing er ein av fortreytunum fyri, at Sjúkrahúsverkið kann gerast universitetssjúkrahús.
Í fleiri ár hevur Landssjúkrahúsið verið útbúgvingarstaður, og samstarvsavtalur hava verið millum Fróðskaparsetur Føroya, Landssjúkrahúsið og Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. Í sambandi við, at umskipanir hava verið á heilsuøkinum, har Heilsugranskingareindin er sett á stovn, er tørvur á at gera nýggja samstarvsavtalu millum Fróðskaparsetrið og Sjúkrahúsverkið.
Í dag varð avtala undirskrivað, har landsstýrisfólkini eru samd um, at avtala skal gerast ímillum Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetrið um samstarv viðvíkjandi heilsugransking, útbúgving og vitanardeiling v.m.
Avtalan kann lesast her – Semjuskjal