Nú fara allar føroyskar kvinnur millum 50-69 ár at fáa nýtt tilboð um screening fyri bróstkrabba.
Landssjúkrahúsið hevur lýst eftir serlækna og væntandi verða fyrstu kvinnurnar innkallaðar í desember í ár.
Eftir ætlan skulu 2500 kvinnur kannast árliga, soleiðis at allar kvinnur millum 50-69 ár framyvir verða kannaðar annaðhvørt ár.
Screening er kanning av ávísum frískum bólki av borgarum, har endamálið er fyribyrging innan evt. sjúka er í framstigi.