Fyrsti formligi samráðingarfundurin millum føroysk og donsk embætisfólk um yvirtøkuna av familjurættarliga økinum var hjá Ríkisumboðnum fríggjadagin, 11. mars 2016.
Á fundinum varð avtalað at lýsa, hvussu familjurættarliga økið er skipað umframt at viðgera fyritreytirnar fyri yvirtøkuni av økinum.
Miðað verður eftir, at uppskot til løgtingslóg um yvirtøku av málsøkinum verður lagt fyri Løgtingið komandi tingsetu, og at familjurættarliga økið verður yvirtikið á ólavsøku 2018.
Næsti samráðingarfundur verður í Keypmannahavn fyrst í mai 2016.
Mynd: Á fundinum luttóku hesi: Lars Thøgersen, chefkonsulentur og Neel Pryds Winkel, specialkonsulentur frá Social- og Indenrigsministeriet – Anne Dannerfjord, sekretarietschef og Magnus Rønning-Andersson, specialkonsulentur frá Statsminsteriet – Dan Knudsen, ríkisumboðsmaður og Lene Johansen, chefkonsulentur frá Ríkisumboðnum – Sjúrður Rasmussen, løgfrøðiligur ráðgevi frá Løgmansskrivstovuni – Jan Simonsen, deildarstjóri, Birita Ludvíksdóttir, løgfrøðiligur ráðgevi og Elsa Magnussen, fulltrúi frá Heilsu- og innlendismálaránum.