05.05.2016 · Heilsumálaráðið

Samráðingar um yvirtøku ganga væl

Samráðingar um yvirtøku ganga væl

Samráðingarfundur millum føroysk og donsk embætisfólk um yvirtøkuna av familjurættarliga økinum var í Keypmannahavn týsdagin, 3. mai 2016. Hetta var annar í røðini. 

Samráðingarnar um yvirtøkuna ganga væl. Á fundinum løgdu føroysku umboðini m.a. fram útkast um yvirtøkulóg og yvirlýsing um yvirtøkuna. Formligur fundur verður væntandi aftur um mánaðarskiftið august-september 2016.

Mynd: Á fundinum luttóku hesi: Lars Thøgersen, chefkonsulentur og Neel Pryds Winkel, specialkonsulentur frá Social- og Indenrigsministeriet –Magnus Rønning-Andersson, specialkonsulentur frá Statsminsteriet – Dan Knudsen, ríkisumboðsmaður og Lene Johansen, chefkonsulentur frá Ríkisumboðnum – Lene Brøndum Jensen, kontórchef og Rikke Skadhauge Seerup, fulltrúi frá Sundheds- og Ældreministeriet - Anders Aagaard, chefkonsulentur, Morten Søndergaard Pedersen, fulltrúi og Nicolai Holm Larsen, souschef frá Justitsministeriet - Sjúrður Rasmussen, løgfrøðiligur ráðgevi frá Løgmansskrivstovuni – Jan Simonsen, deildarstjóri, Birita Ludvíksdóttir, løgfrøðiligur ráðgevi og Elsa Magnussen, fulltrúi frá Heilsu- og innlendismálaránum.