Drúgva koronufarsóttin við áhaldandi átøkum og avmarkingum ávirkar eisini fólk sálarliga. Tí verður nú sálarfrøðingur eisini knýttur at farsóttarnevdini eftir ynski frá landsstýrismanninum í heilsumálum
Heilsumálaráðið hevur biðið sjúkrahúsverkið velja ein sálarfrøðing, sum kann taka lut á fundunum í farsóttarnevndini sum serkønur í sálarfrøði.
Hetta hendir eftir ynski frá landsstýrismanninum í heilsumálum sjálvum.
Sjúkrahúsverkið hevur sent tilmæli til Heilsumálaráðið, og landsstýrismaðurin hevur gjørt av, at Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur, verður knýtt at farsóttarnevndini sum serkøn innan sálarfrøði.
Annika er sálarfrøðingur og Phd. Hon starvast sum adjunktur í sálarfrøði á Fróðskaparsetrinum. Hon hevur drúgvar royndir sum sálarfrøðingur og granskari og hevur millum annað granskað í, hvussu korona hevur ávirkað sálarheilsuna hjá føroyskum arbeiðstakarum.
Frammanundan eru átta limir í farsóttarnevndini. Michael Boolsen, fúti, Lars Fodgaard Møller, landslækni, Birna Mørkøre, landsdjóralækni, Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni, og Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, eru fastir limir í nevndini. Afturat teimum hevur landsstýrið valt Turid Arge, aðalstjóra í Heilsumálaráðnum, Tummas í Garði, læknafakligan varastjóra í sjúkrahúsverkinum og Eyðun Mørkøre, stjóra í Taks. Harumframt luttaka Bjarni á Steig, yvirlækni í sjúkrahúsverkinum og Debes Christiansen, deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum ráðgevar á fundum í farsóttarnevndini. Og nú verður sálarfrøðingur so eisini knýttur at nevndini.