28.06.2011 · Heilsumálaráðið

Sálarfrøðingar og Heilsumálaráðið undirskrivað sáttmála

Sálarfrøðingar og Heilsumálaráðið undirskrivað sáttmála

Føroyskir Sálarfrøðingar og Heilsumálaráðið hava í dag undirskrivað sáttmála, sum gevur borgarum rætt til fíggjarligt ískoyti frá Heilsutrygd, tá ið tey fara til viðgerð hjá privatstarvandi sálarfrøðingum.

Talan er í høvuðsheitum um eina dagføring av verandi sáttmála.

Nýggi sáttmálin fær gildi 1. juli 2011. Í sáttmálaskeiðinum kunnu báðir partar siga sáttmálan upp við í minsta lagi 3 mánaða freist, tó í fyrsta lagi 1. juli 2013.

Kári Leivsson, formaður í Føroyskum Sálarfrøðingum, og John Johannessen, landsstýrismaður í heilsumálum undirskrivaðu nýggja sáttmálan.