03.11.2016 · Heilsumálaráðið

Runavík kommuna fekk triðju virðisløn í Nordic Built Cities

Runavík kommuna fekk triðju virðisløn í Nordic Built Cities

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, handaði virðisløn, tá vinnarin av Nordic Built Cities varð avdúkaður í Keypmannahavn seinnapartin. “The Eyes of Runavík” fekk triðju virðisløn.

- Hendan kappingin hevur víst okkum, at tey, ið leita eftir íblástri til nýskapandi bygging, fyri ein part kunnu finna tað í Føroyum. Okkara máti at loysa stóru avbjóðingar við bústaðar og býarrúmum, hugtekur onnur og tað kunnu vit øll vera errin av, sigur landsstýriskvinnan í viðmerking.

Seks norðurlendskir býir – Runavík, Keypmannahavn, Oslo, Malmø, Espoo og Kópavágur – hava leitað eftir nýskapandi loysnum uppá avbjóðingar teirra býi viðvíkjandi. Avbjóðingin, sum teir luttakandi arkitektarnir skuldu loysa vegna Runavíkar Kommunu, snúði seg um kendu føroysku avbjóðingina: Hvussu vit frægast kunnu byggja í brattlendi.

Runavíkar kommuna fekk upprunaliga 20 uppskot um loysnir úr Føroyum, Norðurlondum og Evropa. Á sumri í ár gjørdist greitt, at "The Eyes of Runavík” við White Architects úr Danmark vunnu kappingina.

Seinnapartin var finala í kappingini og fleiri enn 200 gestir vóru komin saman í konserthúsinum hjá Danmarks Radio at heiðra vinnararnar av Nordic Built Cities. Vinnarin gjørdist “The Soul of Nørrebro” og onnur virðisløn, sum Sirið Stenberg handaði, fekk “Co-op City” og Espoo í Finnlandi.

Tilsamans komu inn 148 uppskot til teir seks býirnar og 19 uppskot til loysnir vóru við í finaluni í dag.

Um Nordic Built Cities

Nordic Built Cities er ein sonevnd “vita-skipan” í norðurlendska samstarvs skipanini fyri nýskapan og vinnupolitik 2014-2017 undir Norðurlendska Ráðharraráðnum.

Danmark hevur yvirskipaða ábyrgd fyri skipanini og hevur ábyrgd fyri, at hon verður sett í verk í samstarvi við hinar norðurlendsku stjórnirnar og Norðurlendska Ráðharraráðið. Nordic Innovation hevur ábyrgd av skapan og stýring av Nordic Built Cities skipanini, m.a. Nordic Built Cities kappingini.