Røðan hjá landsstýrismanninum til aðalfundin hjá Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar
Leygardagin 12. mars varð John Johannessen, landsstýrismaður, boðin sum gestarøðari í samband við árliga aðalfundin hjá Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar. Røðan er prentað her.
Góðu sjúkrarøktarfrøðingar!
Tað er mær ein stórur heiður at vera boðin at siga nøkur orð til hetta tiltak, nú tit taka samanum farna árið í fakfelagshøpi og síggja frameftir móti nýggjum og spennandi avbjóðingum.
Høgt metti nobelprísvinnarin, sviin og fyrrverandi ST aðalskrivarin, Dag Hammerskjold segði einaferð soleiðis um tykkara arbeiði:
“Constant attention by a good nurse may be just as important as a major operation by a surgeon”. Leysliga umsett merkir hetta, at umsorganin frá einum sjúkrarøktarfrøðingi er eins týdningarmikil, sum ein umfatandi skurðviðgerð frá einum skurðlækna.
Hesin hugburður var ikki serliga útbreiddur í fimmtiárunum, og tí vaktu hesi orðini størri ans tá, enn tá vit siga tey í dag. Tó eru tey eins viðkomandi nú, sum tey vóru tá. Tí hóast tykkara virki er vorðið viðurkent sum eitt sjálvstøðugt fak, so hava fólk lyndi til at gloyma alstóra týdningin av munagóðari sjúkrarøkt.
------
Lat okkum skrúva tíðina góð hálvtannað hundrað ár aftur í tíðina. Staðið er Krimhálvoyggin, og har er harður bardagi millum Russland øðrumegin og m.o. Frakland og Bretland hinumegin. Lasarettini eru fylt við særdum hermonnum, og millum sjúkrasystrarnar – og ja, tá í tíðini varð hetta rætta heitið – var ein bretsk yvirklassadama, rópt Florence Nightingale.
Hóast sagnir vilja vera við, at hon nærum einsamøll bjargaði fleiri túsund mannalívum undir krígnum, so er sannleikin ein annar. Lasarettið, har Florence hevði sína gongd, hevði hinvegin tey hægstu deyðstølini av øllum. Fleiri enn 15.000 hermenn lótu lív einans av vánaligum reinføri. Ávirkanin frá Florence Nightingale var serliga í eftirtíðini og ikki á fløtunum á Krim.
Afturkomin av Krim fór hin lærda Florence – møguliga við ávísari skuldarkenslu – undir at finna fram vísindaligar hættir, fyri at betra standardin og reinførið á sjúkrahúsunum. Hon gjørdist tá “sjúkrarøktarfrøðingur” við denti á “frøði”-heitinum.
Hon nýtti vísindaligar mannagongdir, fyri at menna sjúkrarøktina. Hon setti á stovn ein skúla, har sjúkrarøktarfrøðingarnir skuldu læra at eygleiða – at observera - sjúklingin og veita røkt við støði í hesum eygleiðingum.
Hetta er grundarlagið fyri allari nútímans sjúkrarøktarfrøði. Florence Nigthengale sáddi eitt fræ fyri hálvtannað hundrað árum síðani, og hvønn dag heysta vit framvegis blómurnar.
------
Fruktin av víðskygda arbeiðinum, sum Florence Nightingale grundlegði, sæst allastaðni í okkara lívsrensli. Sjúkrarøktarfrøðingar eru um barnið frá fyrstu løtu, tað verður borið í hendan heim, og sjúkrarøktarfrøðingar hava ein sentralan leiklut fyri tryggleika okkara ígjøgnum alla lívsleiðina, ja heilt til lokið verður lagt á kistuna.
Tørvurin á tykkara serfrøði, hógvi og vitan er eyðsýndur. Tí hava vit, sum sita í landsins leiðslu, eina serliga ábyrgd fyri framhaldandi og uttan áhald at eggja tykkum til at røkja hetta starv. Hetta megna vit best við at skapa umstøður, har tit kunnu trívast og mennast. Eisini hóast búskaparkreppan í løtuni setur síni spor.
Tað er jú eingin loyna, at seinnu kreppuárini hava lagt eitt øgiligt trýst á heilsuverkið. Játtanin til sjúkrahús og eldrarøkt hevur verið tepur – viðhvørt ov tepur. Hetta hevur havt við sær eitt nýtt fyribrigdi, sum vit ikki hava sæð í fleiri ár, nevniliga arbeiðsloysi millum tykkum sjúkrarøktarfrøðingar.
Eg las við stórum áhuga nýggjastu útgávuna av “Vøku”, har væl varð greitt frá hesum avbjóðandi spurningi og hvørjar avleiðingar hetta kann hava frameftir, bæði fyri tann einstaka og fyri samfelagið í síni heild.
Onnur síðan er, at tann einstaki, sum er í arbeiðsloysi, upplivir eina svára tíð, og tað kann vera meira enn trupult at fáa endarnar at røkka saman. Sjúkrarøktarfrøðin stendur ikki í stað, men mennist alla tíðina. Tí kann ein drúgv tíð í arbeiðsloysi møguliga elva til, at teir fakligu førleikarnir kanska hava hug at “rusta”. Árinið verður møguliga, at tú velur aðra lívsleið innan annað fakøki, og áðrenn vit vita av, so missur samfelagið ein góðan árgang av væl skikkaðum frøðingum.
Tað verður ein vanlukka.... Tí samfelagið hevur brúk fyri tykkum sjúkrarøktarfrøðingum.
Hóast vit í hesum døgum uppliva ein skáa í ovurstóra eftirspurninginum eftir tykkara berandi kreftum til heilsuverkið, so er eingi ivi um, at tørvur er á tykkum.
Lat meg nevna nakrar grundgevingar fyri hesum tørvi:
Um tað til dømis verður hugt eftir tørvinum á heilsutænastum, so fara nøkur samfelagsviðurskifti at hava við sær ein øktan eftirspurning.
- Fyrst og fremst tann demografiska gongdin. Fólkaprognosurnar vísa, at talið á teimum gomlu - pluss 80 ættarliðið – er vaksandi innan stutta tíð. Hyggja vit longur fram, er tað serliga bólkurin millum 65 og 79, sum fer at vaksa skjótt. Ein gongd, ið hevur við sær øktan eftirspurning eftir heilsutænastum til okkara eldru. Landsstýrið hevur veruliga sett ferð á røktarheimsbyggingina, og um tvey ár standa ætlandi fýra nýggj heim klár at taka ímóti hálvtannað hundrað búfólkum. Hetta fer at skapa fleiri enn 200 nýggj arbeiðspláss. Havandi í huga verandi býtið millum sjúkrarøktarfrøðingar og aðrar starvsbólkar, so svarar hetta til umleið 40 sjúkrarøktarfrøðingastørv.
- Harumframt síggja vit ein tendens til, at fleiri føroyingar fáa sjúkur, ið ikki kunnu lekjast. Her hugsi eg serliga um tær ymisku vælferðarsjúkurnar. Eisini verða fleiri sjúkur, ið fyrr vóru deyðiligar, nú í staðin kroniskar sjúkur, har sjúklingurin ikki doyr, men áhaldandi ber sjúkuna. Báðir partar økja um tørvin á viðgerð, røkt og umsorgan.
- Samstundis økir menningin av viðgerðar- og diagnosuháttum ein øktan eftirspuning eftir heilsutænastum.
- Tað sama ger økt vælferð hjá fólkinum. Økt vælferð viðførir fleiri lívsrelateraðar sjúkur, sum t.d. strongd, fiti og hjarta- og æðrasjúkur.
- Tað hevur eisini týdning, at vit í dag liva í einum vitanarsamfelag, har vitanin hjá hvørjum einstøkum er á høgum støði, og har tað er lætt at leita sær vitan um sjúkur og nýggjar viðgerðarhættir.
- Afturat hesum kann nevnast, at føroysku sjúkrahúsini støðugt mennast til at átaka sær uppgávur, ið fyrr eru loystar á Ríkissjúkrahúsinum. Hetta rópa vit vanliga heimtøkur. Hesar seta nýggj krøv til fleiri hendur og dygdarmenning av eitt nú sjúkrarøktarfrøðingum.
Útlitini í heilsuverkinum eru sotatt púra greið. Eftirspurningurin eftir heilsutænastum eru vaksandi og tað í ólukku mát, skal eg heilsa og siga. Somuleiðis verður tørvurin á væl útbúnum heilsustarvsfólkum vaksandi. Tí mugu vit ansa sera væl eftir, at vit ikki “missa nakran á gólvið”, nú meðan barometrið stendur lágt.
Eg kundi hugsað mær, at vit saman við tykkum í Felagnum fyri Sjúkrarøktarfrøðingar og kanska eisini ALS kundu farið í ein konstruktivan dialog at viðgjørt spurningin um arbeiðsloysi, serliga millum nýklaktar sjúkrarøktarfrøðingar. Málið fyri samstarvinum skal vera, at vit halda teimum arbeiðsleysu til fakið, eitt nú við førleikamennandi skeiðum, har tey fáa høvi at halda við líka og brýna førleikar sínar.
------
Í sambandi við, at eg nevndi blaðið “Vøku”, vil eg fegin nýta høvi at takka fyri sakliga viðgerð og konstruktivan kritikk av álitinum um nýggja kommunulæknaskipan, sum bleiv handað undanmanni mínum í heyst.
Álitið er rúgvismikið og viðger nógvar tættir í kommunulæknaskipanini. Í stuttum mælir arbeiðsbólkurin til at skipa kommunulæknaøkið í heilsudeplar kring landið, har kommunulæknar, sjúkrarøktarfrøðingar og aðrir starvsbólkar við starvast lið við lið. Hetta kenna vit úr grannalondum okkara. Ísland hevur eina væl virkandi skipan við hesum heilsudeplum, sum eisini taka sær av fleiri uppgávum, sum í dag verða loystar á sjúkrahúsunum. Eitt nú fleiri kronikaraviðgerðir.
Eingin ivi er um, at nøkur fakmørk millum sjúkrarøktarfrøðingin og læknan við hesum verða flutt í mun til í dag. Tí kunnu tit vænta, at tit koma at átaka tykkum fleiri og nýggjar uppgávur. Hetta krevur sjálvsagt eina miðvísa førleikamenning. Men eg ivist onga løtu í, at hetta er ein gongd leið.
Ætlanin er at arbeiða víðari við tilmælum úr álitinum. Tit sjúkrarøktarfrøðingar eru sjálvsagt ein sjálvsagdur samstarvsfelagi í hesum arbeiði. Eg ætli mær beinan vegin at fáa sett ein bólk við umboðan frá tykkum í felagnum at viðgera og ítøkiliggera tilmælini.
Eg hugsi, at hesin bólkur skuldi viðgjørt og komið við einari lýsing av, hvørjar uppgávur, ið sjúkrarøktarfrøðingar kundu loyst á heilsudeplunum; hvussu vit skipa eina eftirútbúgving, so tit eru “ílatin” at røkja hesar uppgávur, og sum tað triðja at viðgjørt lønarspurningin.
Hetta er sjálvsagt bert eitt hugskot til arbeiðssetning, sum verður tillagaður í samráð og samstarvi við tykkum. Eg gleði meg at fáa sett hol á hetta arbeiðið.
--------
Sum tongul í brimi er gott gamalt føroyskt orðafelli, ið rann mær í hug, tá eg sat og orðaði hesa røðu í gjár. Tit sjúkrarøktarfrøðingar skulu tola ógviliga nógv.
Eitt er, at tit arbeiða í skiftivaktum: morgun og kvøld, nátt og dag hvørt um annað, har eingin dagur er eins. Tit møta einum ótali av ymiskum sjúklingum. Av hesum draga nakrir teirra sín seinasta andadrátt á tykkara vakt. Tit arbeiða saman við nógvum ymiskum starvsfeløgum frá ymiskum fakbólkum og aftrat tí, so hava tit nú næstan á hvørjum ári verið fyri umfatandi broytingum á deildunum, sum upp á skift hava stavað frá nýbygging, umbygging og ella sparingum.
Men tit standa stinn. Og takk fyri tað. Eg havi allar størstu virðing fyri tykkara arbeiði. Takk fyri tað, ið tit eru fyri samfelagið og fyri hvønn einstakan okkara. Takk fyri stóra heiðurin at vera her í dag.
Framhaldandi góðan aðalfund.
Takk fyri!