07.09.2018 · Heilsumálaráðið

Røða: Tað hjálpir at tosa við onnur um tínar tankar og øllum tí, tú bert ótta fyri

Røða: Tað hjálpir at tosa við onnur um tínar tankar og øllum tí, tú bert ótta fyri

- Mín greiða niðurstøða er, at vit eisini mugu megna at venda átøkum móti nógv størri og meira fyribyrging, tí vit eru ofta ov sein at seta inn. Átøkini mugu venda sær breiðari, enn bara mótvegis tí persóninum, sum annaðhvørt hevur rústrupulleikar ella er í vandabólki. Átøkini mugu rættast breitt við denti á heilsufremjan og menning av sjálvvirði  hjá okkum øllum.

Soleiðis segði Sirið Stenberg millum annað, tá hon helt røðu týsdagin´í sambandið við evnisdagin "Tosa við meg - ikki um meg", sum Blái Krossur skipaði fyri.

Eini 150 fólk luttóku á evnisdegnum saman við norska sálarfrøðinginum Frid A. Hansen. Frid tosaði millum annaå um, hvat gransking sigur um børn, sum liva við rúsmisnýtslu hjá foreldrum, hvørji tekin hesi børn vísa, hvussu vit taka hond um hesi børn og um forðanir í samband við rústengdar trupulleikar.

Setanarrøðan hjá landsstýriskvinnuni kann lesast niðanfyri.

---

Setanarrøða, evnisdagur hjá Bláa krossi “Tosa við meg – og ikki um meg”

Vit kenna øll onkran. Kanska varnaðust vit tað ikki, tá ið vit sum óvitar sveimaðu á lívsins góðvarnu skýggjum, tí vit sóu tað ikki beinleiðis. Tað var dult. Tað var fjalt, men tað var har.

Har eg vaks upp, minnist eg so væl eina unga gentu, sum altíð var so røsk. Hon var eitt sindur eldri enn eg. Ein ungur tannáringur.

Hon kláraði alt sjálv. Tað var altíð hon, sum fekk systkini í skúla. Hon fylgdist við teimum heim í døgurðatímanum, gav teimum eta og fylgdi teimum í aftur skúla.

Eftir skúlatíð fór hon framvið hjá keypmanninum. Seinni havi eg funnið útav, at hon eisini stóð fyri matinum, ruddaði av og vaskaði upp. So legði hon børnini at sova. Altíð vórðu tenninar bustaðar, og søga bleiv lisin fyri teimum.

Eg kann líka ætla, hvussu móð ungi tannáringurin var, tá ið hon setti seg at gera lektiur. Men eisini tað megnaði hon. Kanska ikki allar, men næstan.

Kortini var tað ongantíð nóg gott. Soleiðis kendi hon tað í øllum førum. Uttan mun til, hvat hon so gjørdi, so var mamma ikki glað. Tað gjørdi røsku gentuna kedda.

Havi seinni skilt, at hon altíð kendi tað, sum at hon gjørdi alt skeivt. Hetta hóast at einki hevði hingið saman, var tað ikki fyri tað ótrúliga arbeiðið, hon gjørdi hvønn dag. Allan sólarringin. Hon var ein hetja, einki minni.

Í dag veit hon tað. Men eitt myrkt skýggj hekk yvir henni øll ungdómsárini og ein stóran part av vaksnamannalívinum. Kenslan av ikki at vera góð nokk. Ongantíð góða nokk í nøkrum sum helst. Einsamøll.

Ikki varnaðust vit tað, men hon var illa við, tá vinfólk spurdu, um tey kundu fara heim til hennara. Altíð hevði hon bestan hugin til bara at vera fyri seg sjálva. At vera einsamøll við sínum kenslum, sínum tankum. At verða einsamøll við skommini.

Nógv onnur hava tað sum hendan gentan hevði tað fyri skjótt mongum árum síðani. Søgan, sum gongur fyri seg í einari púra vanligari bygd í Føroyum, er hvørki sjáldsom ella einstøk. Í veruleikanum kundi hon gott verið verri. Vit hoyrdu ongantíð nakað um t.d. harðskap.

Søgan er hvørki tíðarbundin ella staðbundin. Hetta kom fyri fyrr og tað kemur fyri í dag, og tað fer eisini at vera í framtíðini.

Tað er eisini tí, at vit eru komin saman til hendan evnisdag í Norðurlandahúsinum í dag. Tit í Bláa Krossi varpa við hesum tiltaki á eina skuggasíðu í okkara samfelag, ein blindan vinkul, ið vit ikki altíð hava givið nóg stóran ans.

Saman við einum av teimum fremstu serfrøðingunum á økinum, fara vit í dag at seta orð á nøkur viðurskifti, ið alt ov ofta og alt ov leingi hava verið tagt burtur.

Nevniliga um viðurskiftini hjá børnunum og ungum, sum liva við rúsmisnýtslu hjá foreldrum. Undirspurningurin er sera áhugaverdur: Hvussu fáa vit eyga á børnini og hjálpt teimum?

At hjálpa okkum við tí spurninginum hava tit fingið norsku undangongukvinnuna á økinum – sálarfrøðingin, Frid Anny Hansen.

Kære Frid! Jeg vil benytte lejligheden at byde dig hjertelig velkommen til Færøerne. Jeg håber du kommer til at nyde til ophold her. Vi glæder os at høre dit indlæg om, hvordan vi bliver bedre til at finde de børn, som vokser op i familier med alkoholproblemer og ikke mindst hvordan vi kan hjælpe.

Evnisdagurin í dag er ein partur av stóru verkætlanini hjá Bláa krossi, sum ber heitið “Øll hava rætt til góð barnaár”. Endamálið við verkætlanini er at hjálpa teimum børnum og ungu, sum vaksa upp í heimum, har rúsur er til ampa fyri tey.

Danska heilsustýrið hevur mett, at umleið 120.000 børn og ung í Danmark liva í heimum við foreldrum við rústrupulleikum. Tað er sjálvsagt við stórum fyrivarni eg dragi tølini yvir á føroysk viðurskifti, men gera vit tað, gevur hetta fleiri enn 1000 børn í Føroyum. Ein árgangur er uml. 600 børn!

Hóast vit ikki hava heilt somu drykkjumynstur her heima, sum niðri, so geva hesi tøl eina ábending um, at børnini eru mong. Alt ov mong.

Vit hava eisini tøl frá okkara ungu um egna nýtslu, og tað sum eigur at gera okkum øll stúrin í tí er lutfalsliga høga talið av 15 ára gomlum í Føroyum, sum hava verið full innan fyri seinasta mánaðin.

Avleiðingarnar kunnu vera sera álvarsligar. Vit vita frá granskingini, at ung, ið koma úr hesum familjum, eru í størri vanda fyri at fáa tunglyndi, angist, hava lægri sjálvvirði og ganga oftari við tankum um ikki at orka lívið.

Sálarligu avbjóðingarnar vísa seg ofta ikki fyrr enn seinni í lívinum sum álvarsligar seinfylgir. Tey hava truplari við at klára vanliga gerandisdagin, útbúgving, arbeiði, ilt við at fáa parlagið at rigga. Í  síðsta enda kanska truplari við sjálvi at vera foreldur.

Tann góða søgan er tó, at granskingin vísir eisini, at tað hjálpir at fáa hjálp. At lata upp og tosa um avbjóðandi støðuna. Tess fyrr tess betur. Eitt er, at tú fær onkran at deilda kenslurnar við, men eins týðandi er tað, at foreldrini fáa ta hjálp, tey kunnu fáa.

Eg havi sæð metingar úr Danmark, sum siga, at umleið helmingurin av teimum børnum og ungu hava tosað við onkran um, hvussu støðan er heima við hús. Viðhvørt við onnur ung, viðhvørt við flokslæraran, heilsufrøðingin ella kanska eitt foreldur hjá vinkonuni.

Tað hjálpir at tosa við onnur um tínar tankar og alt tað, tú bert ótta fyri. Tá kennir tú teg minni einsamalla. Og saman við øðrum eru vit sterkari.

Soleiðis tók tannáringurin frá innganginum eisini til, tá hon sum vaksin endiliga var byrjað at tosa um avbjóðingarnar í uppvøkstrinum. Í dag hevur hon útmerkað sambond við foreldur síni og børnini eru góð við ommuna og abban. Onkutíð vildi hon ynskt, at hon fekk sagt frá, meðan hon var ung.

Eg hopi, at hetta tiltakið hjá Bláa krossi í dag fer at fáa børn í somu støðu at siga frá. Og tað vænti eg, at tað ger.

Í øllum førum gleði eg meg til at hoyra, hvussu vit kunnu gerast betur til at lesa tey tekin, sum tey ungu geva, og hvussu vit kunnu hjálpa teimum at seta orð á sínar avbjóðingar.

Føroya Løgting hevur seinni árini játtað lutfalsliga nógvan pening til rúsviðgerð av ungum  fólkum. Vit  hava eisini havt  aðalorðaskifti um rúspolitik, og hvat vit eiga at gera. Mín klára niðurstøða er, at vit eisini mugu megna at venda átøkum móti nógv størri og meira fyribyrging, tí vit eru ofta ov sein at seta inn. Átøkini mugu venda sær breiðari, enn bara mótvegis tí persóninum, sum annaðhvørt hevur rústrupulleikar ella er í vandabólki. Átøkini mugu rættast breitt við denti á heilsufremjan og menning av sjálvvirði  hjá okkum øllum.

Við hesum orðum fari eg at takka Bláa krossi og serliga tær, Alisu, fyri at hava sett hetta álvarsmál á breddan. Vónandi fáa tit øll somul ein góðan og gevandi evnisdag her í Norðurlandahúsinum í dag.

Takk fyri!