- At so stórur altjóða áhugi er fyri ílegugransking í føroyska heilsuverkinum er eitt greitt tekin um, at vit í Føroyum hava nakað unikt at bjóða í hesum samanhangi. Soleiðis segði Karsten Hansen, landsstýrismaður, m.a. í røðu síni á FarGen summit í dag.
----
Góðu áhoyrarar,
Tað er mær ein heiður at bjóða vælkomin til hendan annan dagin av Fargen Summiit 2013. Takk til tykkum fyrireikarar fyri, at eg fekk høvið at koma her og siga nøkur orð.
And to our honoured guests from abroad. We are pleased to welcome you to the Faroe Islands and we are greatful for your participation in FarGen summit 2013.
Aftur í dag er gransking og vitan um ílegur og heilsuverk á breddanum. Talan er um eina røð av áhugaverdum og framsóknum fyrilestrum á høgum altjóða støði.
At so stórur altjóða áhugi er fyri ílegugransking í føroyska heilsuverkinum er eitt greitt tekin um, at vit í Føroyum hava nakað unikt at bjóða í hesum samanhangi.
Sum landsstýrismaður í heilsumálum eri eg mitt í eini øki í skjótari menning og við stórum avbjóðingum. At kalla øll vesturlond royna at finna skipanir har vit varðveita og betra um heilsutænastur, men samstundis klára at tálma um tann vaksandi kostnaðin flestu heilsuverk av uppliva seinnu árini.
Heilsuskipanir og heilsa eru kanska størstu avbjóðingarnar hjá einum nýmótans samfelag. Í okkara føri er talan um eina javna almenna skipan, har øll av atgongd. Talan er um eina skipan, sum hevur álit millum fólk – tað skulu vit eisini verða errin av.
Útgangsstøðið er gott, tí vit hava eitt samanhangandi infrakervi, við einari Talgildari Heilsuskipan, sum bindir allan okkara heilsugeira saman.
Men vit mugu áhaldandi menna okkum. Og vit koma ikki uttanum, at gransking í okkara ílegur er ein partur av framtíðini og eigur ein týðandi lut í hvussu vit menna okkara heilsutænastur frameftir.
Økið hevur verið í støðugari menning seinnu árini í Føroyum. Vit hava sett á stovn eitt Ílegusavn, sum virkar inna fyri ein greiðan lógarkarm – Ílegulógina - til viðurskiftini á hesum øki. Eisini hava vit ment ættarbandsskránna, ið hevur stóran týdning fyri arbeiði við ílegum í Føroyum.
Sjálvur havi eg tikið stig til eina Heilsunýskipan, sum skal framtíðartryggja føroyska heilsuverkið. Høvuðsyvirskriftin fyri nýskipanini er fyribyrging.
Tað er mín sannføring, at vit í størri mun mugu finna fram nýggja vitan og menna øðrvísi hættir at arbeiða fyribyrgjandi. Júst her eru framtíðarútlitini fyri nýtslu av íleguvitan góð. Vitan um okkara ílegur gevur okkum nýggjar møguleikar at arbeiða fyribyrgjandi.
Fyri føroyingar flest er tað ræðuliga sjúkan CTD, sum av álvara setti spurningin um íleguvitan og ílegusjúkur á dagsskránna. Tá bleiv greitt fyri okkum øll, at okkara serliga støða sum lítið og fjarskotið land ger, at við eisini hava serligar avbjóðingar, tá talan er um sjúkur tengdar at ílegum.
Samstundis fingu vit eitt sjónligt dømið um ta brúkbaru vitan ílegukanningar kunnu veita heilsuverkinum og harvið borgaranum. Í so máta er vitan um ílegur longu í dag ein partur av okkara heilsuverki.
Onnur góð perspektivir eru eisini í arbeiðinum við ílegugransking í Føroyum. Við at leggja okkum í fremstu røð gera vit eisini føroyska heilsuverkið til eitt spennandi og mennandi arbeiðs- og granskingarstað. Vit hava brúk fyri einum heilsuverki í áhaldandi menning og sum fólk eru errin av. Her kann leisturin, við at verða sera frammarlaga á einum øki, sum ílegugransking og brúk av ílegum, verða ein góð beinagrind.
Sum eg var inni á í byrjanini, so vísir tann altjóða áhugi, sum longu er fyri ílegugransking í Føroyum eisini, at vit her hava eitt tilfeingi, vit skulu menna og ansa væl eftir. Vit skulu menna hetta tilfeingi til gagns fyri okkara borgarar og borgarar aðrastaðni.
Men vit skulu eisini hugsa okkum væl um og finna røttu javnvágina millum vísindaliga menning og so rættartrygdina hjá tí einstaka.
Samanumtikið eru spennandi møguleikar fyri ílegugransking í Føroyum. Hetta er eitt øki, har vit kunnu gera mun – eisini í altjóða høpið.
Men vit ikki klára neyvan at lyfta uppgávuna einsamøll. Tí er tað gleðiligt at síggja bæði føroyskar og útlendskar granskarar savnast her í dag fyri lyfta okkum fram á leið. Slík tiltøk hava tann fyrimun, at fólk við sama áhuga fáa eitt høvið at koma saman og vónandi skapa samstørv, vitanini og granskingini at frama.
Við hesum fáu orðum fari eg at ynskja tykkum eina framhaldandi góða ráðstevnu.
Takk fyri!