23.02.2011 · Heilsumálaráðið

Røða hjá landsstýrismanninum í samband við at Hvíldarheimið Naina fylti 75 ár

Í samband við at Hvíldarheimið í dag hátíðarhelt 75 ára føðingardag, bar John Johannessen, landsstýrismaður, fram hesa røðu:
-----
Góða samkoma,
Fyrst vil eg ynskja øllum hjartaliga tillukku við stóra degnum, nú vit hátíðarhalda, at tað eru 75 ár síðani, at Jákup Dahl, próstur, vígdi Hvíldarheimið Naina. Eina serliga heilsan fáa tit, ið hava tykkara dagligu gongd her; búfólk, starvsfólk og tú Ása, sum síðstu knapt tíggju árini hevur virkað sum fyristøðukvinna her á heiminum.
Sambært álmanakkanum var fyrsti várdagur í gjár, hóast tú kanska hevur hug at ivast, tá ið tú hyggur útum ein slíkan dag sum í dag.
Várið er umskiftiligt – eins og lívið. Viðhvørt hava vit fagran várdag við sól og silvitni, aðrar løtur er tað buldrasligt, vátt og kalt.
Men støðugt gongur móti ljósari tíðum. Dagarnir gerast longri og longri, og havar og hagi vaksa og skifta lit.
Annan várdag fyri sjeytifimm árum síðani lat hetta heimið upp. Eins og várið hevur Hvíldarheimið Naina, uppkallað eftir hugsjónarkvinnuni Nainu Scharlu Nielsen, seinastu 75 árini havt hendan vársins leiklut. Serliga fyri húsmøðrar, ið eftir sjúkralegu hava havt tørv á at koma fyri seg, vaksa og búgvast aftur til gerandislívið.
Her kundu tær koma inn og fáa hvíld undir tryggum umstøðum meðan dugnaligu og kærleiksfullu starvsfólkini hildu eitt vakið eygað við teimum og hjálptu teimum á føtur aftur.
Í so máta er týdningurin av navninum Naina dupultur. Tí umframt at bera navnið á kvinnuni, sum borin av næstakærleika, saman við Almu Juhlert átti hugskotið til hvíldarheimið, so merkir navnið Naina eisini eygu. Eygu sum síggja, ella observatión, er fyrsta stigið í viðgerðini og er lykilin til dygdargóða sjúklingatænastu.
Eg fari at enda við 2. ørindi í sanginum Várlongsul, hjá P. Zachariassen, sum eg haldi hóskar so væl til henda dag:
“Mær leingist at síggja teg, hitandi sól,
at skína um dalar og líðir,
har sprettandi blómur reiða sær ból
og búgvast har úti við himni til skjól
og prýðast til summarsins tíðir”.
Takk fyri!